Kappingin er samansett av 8 ymiskum venjngum við støði í styrki, áhaldni og javnvág

 

Til hvørja venjing er ein lýsing av, hvussu venjingarnar skulu gerast á rættan hátt. Somuleiðis er eitt lítið vidoeklipp av venjingunum. Allar venjingar kunnu prentast út og takast við í fimleikahøllina. Trýst her.

 

Vit vænta, at allir luttakarar gera venjingarnar júst sum tær eru vístar, og at tað verður talt "rætt" tá úrslitini skulu skrivast inn. Hervið er kappingin líka og "fair" fyri øll.

 

Tað er ikki neyðugt at venja ella gera allar venjingarnar í senn. Til ber at venja og skráseta nakrar venjingar  í einum tíðarskeiði, hava ein steðg, fyri síðan at halda fram við at venja og skráseta aðrar venjingar.

 

Øll kunnu ikki vinna kappingina, men øll kunnu koma í betri venjing. Minst til, at tað skal vera stuttligt, og ikki minst sunt at íðka ítrótt.

 

Hita væl upp, áðrenn tú gerst venjingarnar, og ven stigvíst fyr at kunna geva sum mest.

 

Góða eydnu!